Sildakvotan ásett í hesi vikuni

02.06.2014 - 11:54
Innlendis›Politikkur
Sildakvotan ásett í hesi vikuni
Tað, sum telur mest, er at fáa ES at seta handilsstongsilin úr gildi, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður

Føroyska sildakvotan verður ikki so stór sum í fjør, men hon verður heldur ikki so lítil, sum vit eiga eftir gamla býtinum.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum væntar at kunna áseta sildakvotuna í hesi vikuni.

Samskifti er við hini londini, og tað sum telur mest, er, at ES fæst at seta handilsstongsilin úr gildi, sigur Jacob Vestergaard.

Makrelkvotan í ár er 156.000 tons, og av teimum kunnu umleið 100.000 tons fiskast í ES-sjógvi og í norskum sjógvi.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717