Føroya Tele ávarar ímóti hitamiðstøðini

08.06.2014 - 18:25
InnlendisSamfelag
Føroya Tele ávarar ímóti hitamiðstøðini
Á Føroya Tele eru tey ikki álvulig við eina hitamiðstøð, sum støðan er nú
Mynd: www.vp.fo  

Brestur ein av stóru oljugoymslununm, sum ætlanin er at seta upp, kann tað leggja alt okkara elektroniska samskifti lamið.

Á Føroya Tele hava tey ikki fingið vissu fyri, at tey fara at arbeiða í einum reinum umhvørvi í framtíðini. Men aðrir vandar eru eisini, sigur Kristian Davidsen, stjóri á Føroya Tele.

Í góðkenningini, sum Fjarhitafelagið hevur fingið at byggja eina hitamiðstøð, stendur, at roykurin skal ikki vera til ampa fyri tey, sum virka í nærumhvørvinum. Fjarhitafelagið skal eisini fyribyrgja, at olja og dálkandi evni fara út í umhvørvið, og óljóð, ristingar og geislingar frá hitamiðstøðini skulu avmarkast sum mest.

Eigarafeløgini inni á Gøtu og í Hoyvíkshaganum savnað nú inn undirskriftir, sum mótmæla hitamiðstøðini. Tey halda ikki, at broytingarar í góðkenningini bøta um vandarnar við einari hitamiðstøð, sum brennur olju.

Býráðslimirnir Tróndur Sigurðsson, Helena Dam á Neystabø, Annfinn Brekkstein og Bogi Andreasen hava rátt frá at byggja eina hitamiðstøð í Hoyvík.

Borgarstjórin Heðin Mortensen hevur bjóðað eigarafeløgunum á fund mikudagin klokkan 13.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098