Mistur atkvøðurættur ávirkar ikki valdið í ÍSF

11.06.2014 - 13:48
InnlendisSamfelag
Mistur atkvøðurættur ávirkar ikki valdið í ÍSF
ÍSF hevur aðalfund fríggjadagin, og tá skal uppskotið um at avtaka atkvøðurættin hjá limafeløgunum viðgerast

Ætlanin hjá Ítróttarsambandinum at avtaka atkvøðurættin hjá limafeløgunum til aðalfundin, er jalig, og hevur ikki við sær, at limafeløgini missa vald.

Tað halda fleiri ítróttafeløg, sum Kringvarpið hevur tosað við.

ÍSF hevur aðalfund fríggjadagin, og tá skal uppskotið um at avtaka atkvøðurættin hjá limafeløgunum viðgerast.

Tey 120 limafeløgini í ÍSF missa tó ikki heilt møguleikan at hava ávirkan, tí feløgini eru limir í 16 sersambondum, og sersambondini missa ikki rættin at atkvøða. Sersambondini skulu sostatt umboða limafeløgini á aðalfundum.

Fleiri av teimum smáu ítróttarfeløgunum halda, at broytingin fer at hava við sær, at tey kunnu fáa meira at siga. Tað heldur eitt nú Allan Larsen, sum er formaður í Klaksvíkar Billiardfelag.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363