Sjáldsom sjúka eisini í Føroyum

16.06.2014 - 13:12
InnlendisSamfelag
Sjáldsom sjúka eisini í Føroyum
Poul Joensen, neurologur, hevur kannað sjúkuna Myastenia Gravis. 12 tilburðir eru staðfestir í Føroyum
Frá 1986 til 2013 hava 12 fólk fingið staðfest Myastenia Gravis í Føroyum

Vit vita ov lítið um sjúkuna Myastenia Gravis í Føroyum, og tí er vandi fyri, at allir tilburðir ikki verða staðfestir og viðgjørdir.

Tað ávarar Poul Joensen, neurologur, um. Hann hevur kannað og skrivað grein um sjúkuna, sum verður almannakunngjørd í næstum.

Sjúkan er sjáldsom. Frá 1986 til 2013 hava 12 fólk fingið staðfest hana í Føroyum. Hetta samsvarar væl við talið av tilburðum í Evropa, sum higartil hevur ligið um 6,5 fólk fyri hvørja millión.

Nýggju kanningarnar vísa, at tilburðirnari eru tvær ella tríggjar ferðir fleiri enn higartil staðfest. Kanningarnar eru gjørdar í Noregi, London, Spania og Italia.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483