Tryggingarfelagið endurskoðar íløgurnar

25.06.2014 - 14:39
Innlendis›Samfelag
Tryggingarfelagið endurskoðar íløgurnar
Nú eru vit komin til Bakkafrost, sigur nevndarformaðurin í TF-íløgum

Bakkafrost er ein góð íløga.

Men TF-Íløgur endurskoða alla tíðina sínar íløgur, og nú vóru vit komin til Bakkafrost, sigur Súni Schwartz Jacobsen, nevndarformaður í TF-Íløgum.

TF-Íløgur hjá TF-Holding hjá Tryggingarfelagnum Føroyum seldu í gjár ein fjórðing av sínum partabrøvum í Bakkafrosti fyri 69,9 mió. norskar krónur, slakar 63 milliónir danskar.

Súni Schwartz Jacobsen vil ikki siga, hvat hesar milliónirnar nú verða brúktar til. TF-Íløgur seldu 600.000 partabrøv fyri kursin 116,50 norskar krónur.

Eftir søluna í gjár eiga TF-Íløgur knappliga 3,8 prosent í Bakkafrosti.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655