Gentan úr Fugloy gjørdist bóndakona í Svínoy

22.07.2014 - 09:34
Lívsstílur
Gentan úr Fugloy gjørdist bóndakona í Svínoy
Tað var í einum bygdaballi í Svínoy, at tað rann saman millum Mariu og bóndan í Svínoy

Maria Joensen er uppvaksin á Kirkju í Fugloynni. Hon ferðast hvønn dag, úr Svínoy til Fugloyar, har hon ger ymiskt fyrifallandi arbeiði fyri kommununa.

Hon er eisini bóndakona í Svínoy.

 

Útsýni av Kirkju yvir á Svínoynna 

 

- Vit høvdu leingi lúrt eftir hvørjum øðrum, men hann var so smæðin, sigur Maria brosandi.

Men í einum bygdaballi í Svínoy, fyri fáum árum síðani, bar betur til.

- Mamma var kokkur, og eg og vinkonan skuldu hjálpa henni. Og tað bar so til, at eg fekk stórabeiggjan og hon fekk lítlabeiggja, fortelur Maria flennandi.

Og summar blivu tey gift og hava búsett seg í Svínoy.

Lurta eftir samrøðuni við Mariu

 

Tær báðar vinkonurnar rigga til at fara ein biltúr til Hattarvíkar

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958