Tað kann gerast einsligt á Kirkju

22.07.2014 - 08:58
Lívsstílur
Tað kann gerast einsligt á Kirkju
Í vetur vóru vit bert tvey fólk í bygdini í fleiri vikur, sigur Amalia í Frammistovu, ið býr á Kirkju.

Tey eru fá, ið eru fastbúgvandi í Fugloynni í dag. Tvær bygdir eru í oynni, Hattarvík og Kirkja.

Meðan Hattarvík nærum er útdeyð, so eru tey heldur fleiri á Kirkju, eini 10 fastbúgvandi um veturin.

Men tað kann lættligani gerast einsligt á Kirkju. Nærum allan februar mánað í ár, vóru tey bert tvey fólk í bygdini. Veðrið var so keðiligt, at ikki bar til at ferðast út í oynna, hvørki sjóvegis ella luftvegis.

- Eg búði norðast og hann sunnast í bygdini, sigur Amalia.

- Men tíðin gekk, eg ansaði seyðinum og sat fyri tað mesta bara við stokkunum og bant.

 

Bygdin Kirkja hómast í mjørkanum

 

Amalia heldur ikki at tað er nøkur vón fyri bygdini, tí børnini tíma ikki at búseta seg í oynni. Men hon ætlar at halda út, so longi hon orkar

Lurta eftir samrøðuni við Amaliu í Frammistovu her:

 

Ùtsýni á Kirkju er vakurt ein góðveðursdag

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418