Vinnan og Havstovan mugu semjast

07.08.2014 - 11:00
InnlendisPolitikkur
Vinnan og Havstovan mugu semjast
Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum heldur, at fiskidagaskipanin eigur at verða endurskoðað

Nógv løgtingsfólk eru misnøgd við fiskidagaskipanina.

Tað kom fram, tá orðaskifti var um fiskidagarnar í tinginum í gjár.

Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum segði, at tað ber ikki til at vinnan og fiskifrøðin ár undan ári koma við ymiskum tilráðingum.

- Vinnan og Havstovan eiga at kom við eini felags niðurstøðu um, hvussu fiskivinnan verður burðardygg, segði hann.

Fiskidaganevndin hevur skotið upp, at fiskidagaskipanin verður endurskoðað. Uppskotið um fiskidagarnar er farið í Vinnunevndina, og Eivin Jacobsen mælti nevndini til at taka uppskotið frá Fiskidaganevndini til eftirtektar.

Hoyr Eivin Jacobsen í tinginum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114