Føroyingur næstformaður í talvsamgongu

12.08.2014 - 15:33
ÍtrótturAnnar ítróttur
Føroyingur næstformaður í talvsamgongu
Formaðurin í Talvsambandi Føroya, Finnbjørn Vang, fer í næstum at taka sæti í hægstu stjórnini fyri evropeiska telving
Mynd: KvF  
Finnbjørn Vang tekur í næstum sæti sum næstformaður í evropeisku talvsamgonguni, ECU

Nýggi varaforsetin í evropeisku talvsamgonguni, ECU, verður føroyingur.

Formaðurin í Talvsambandi Føroya, Finnbjørn Vang, fer í næstum at taka sæti í hægstu stjórnini fyri evropeiska telving.

Listin, sum stillaði upp móti núverandi stjórn í evropeisku talvsamgonguni, vann greiðan sigur á stríðsvalinum á aðalfundinum hjá talvsamgonguni í gjár.

At Føroyar nú fáa varaforsetan í evropeisku talvsamgonguni kann fáa stóran týdning fyri føroyska telving, sigur Finnbjørn Vang.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472