Hava áhuga at keypa allan Eik banka

26.08.2014 - 13:09
Innlendis›Samfelag
Hava áhuga at keypa allan Eik banka
Fíggjarligt støðufesti eigur framvegis 30 prosent av bankanum, og teir fáa 23 mió. kr. av úrslitinum fyrra hálvár

TF Holding hevur áhuga at keypa seinasta partin av Eik Banka frá Fíggjarligum støðufesti, sum framvegis eigur 30 prosent av bankanum.

Men eru ongar ítøkiligar ætlanir um tað, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Samtakinum.

TF Holding Samtakið væntar sær nógv størri vinning í ár enn væntað varð, tá árið byrjaði. Tá 2013 endaði varð mett, at úrslitið eftir skatt í 2014 fór at verða 70-100 mió. kr. Men góða gongdin fyrra hálvárið ger, at nú væntar samtakið millum 140 og 160 milliónir í avlopi, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Samtakinum.

Fíggjarligt støðufesti eigur framvegis 30 prosent av bankanum, og teir fáa 23 mió. kr. av úrslitinum fyrra hálvár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213