Gjørdu plátu sum 15 ára gamlir

23.09.2014 - 11:52
ListTónleikur
Gjørdu plátu sum 15 ára gamlir
Funkies er helst yngsta popporkestur í Føroyum, sum hevur givið út plátur við egnum sangum. Her er søgan um fyrsta boyband í Føroyum

Vit fáa í hesari sendingini søguna um yngsta rættiliga boybandið í Føroyum. Talan er um bólkin Funkies, sum var virkin frá síðst í 70-árunum og nøkur ár inn í 80-ini. Eftir teir liggja tvær singleplátur, tann fyrra kom í 1981 og tann seinna í 1983.

Dreingirnir, ið mannaðu Funkies, gingu á Venjingarskúlanum í Havn. Tríggir vóru árgangur 1966, ein var eitt ár eldri. Tá ið fyrra teir gjørdu fyrru plátuna, vóru teir flestu 15 ára gamlir.

Høvuðsmaðurin í bólkinum var Óla Hans Andreasen. Hann skrivaði sangirnar, smíðaði bæði løg og orð, hann sang og spældi sologittar. Hans Andreas Højgaard spældi bass og sang kór, Terji Rasmussen spældi gittar og sang kór og Jónleif Múller var trummuspælari.

Í 1982 kom Magnus Johannesen upp í bólkin sum ljómborðsspælari. Hans Andreas Højgaard og Magnus Johannesen fortelja hvussu teir blaðungir gjørdu hol í sjógvin við plátuútgávum fyrst í 80-unum.

Tað var nýstovnaða Bar Records, sum Páll Arge stóð á odda fyri, sum gav pláturnar út. Upptøkurnar vórðu gjørdar í studio hjá Milson Zachariassen í Havn.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444