-Eg hevði ikki latið eitt lið vunnið á mær so ofta

29.09.2014 - 09:27
ÍtrótturFótbóltur
-Eg hevði ikki latið eitt lið vunnið á mær so ofta
Sigur liðskiparin hjá KÍ, Malena Josephsen um at eingin vinnur á teimum. KÍ hevur sett eitt heimsmet, nú tær hava vunnið 15 meistaraheiti á rað
Mynd: Símun á Høvdanum  

Malena Josephsen hevur spælt við KÍ øll árini í 21. øld eigur tískil ein stóran leiklut av metinum tær hava sett. KÍ kvinnunar hava í fleiri ár gjørt sítt fyri at seta metið, sum nú er veruleiki. Tær hava vunnið 15 meistaraheiti á rað.

Hetta er fyrsta liðið, sum vinnur so ofta í eini landsdekkani kapping. Fleiri hava sett spurnartekin við styrkina í bestu kvinnudeildini í Føroyum.

Malena Josephsen sigur at um hon spældi við einum øðrum liðið, so hevði hon ikki latið eitt lið vunnið so ofta á henni. Hon hevði gjørt sítt fyri at kanna KÍ liðið væl, og hugt eftir hvussu man kann vinna á teimum.

Malena Josephsen var við okkum í telefoni í Góðan Morgun Føroyar í morgun. 
Hoyr hana greiða frá hvussu tað ber til at tær blíva við at vinna.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
HPV kann raka øll
205467
Mikudag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
205464
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313