Filmsfólkini vilja hava hægri játtan

22.11.2014 - 15:51
ListLeiklist
Filmsfólkini vilja hava hægri játtan
Føroysk Filmslistafólk hava biðið løgtingið um fleiri pengar

Fíggjarligur karmarnir mangla í fyri at framleiða filmar á altjóða støði.

Tað halda Føroysk Filmslistafólk, sum hava sent Fíggjarnevndini bræv.

Í brævinum skriva tey millum annað, at tey fegnast um, at tað á komandi fíggjarlóg eru settar sjeyhundraðtúsund krónur av, men tey skriva eisini,  at "Tó mugu vit sum felag sláa fast, at føroyska filmsumhvørvið stendur við eitt vegamót. Um vit skulu flyta okkum frá primert at framleiða stuttfilmar við óløntari arbeiðsmegi, til at hava eina føroyska filmsvinnu, við inntøkum og altjóða spælifilmssølu, so restar enn ein størri fíggjarkarmur í, fyri at gera hetta møguligt." 
Til seinast í brævinum til fíggjarnevndina skriva Føroysk Filmsfólk:

"Vit hava fólkini, kunnleikan og útgerðina til at seta hol á eina føroyska filmsvinnu. Tað sum restar í eru fíggjarligu karmarnir til at
framleiða filmar á altjóða støgi." 

Ingun í Skrivarastovu er forkvinna í felagum Føroysk Filmslistafólk.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418