Fleiri túrar mitt í viku - færri um vikuskiftið

05.12.2014 - 13:42
Innlendis›Samfelag
Fleiri túrar mitt í viku - færri um vikuskiftið
Borgarstjórarnir í Sandoynni fegnast um, at samlaða túratalið hjá Teistanum ikki lækkar, hóast sandoyingar missa túrar um vikuskiftið

Strandfaraskip Landsins broyta nú ferðaætlanina hjá Teistanum á Sandoyarleiðini.

Millum broytingarnar eru, at túrarnir av Gomlurætt klokkan 15.45 og 17.15 verða sigldir beinleiðis av Gomlurætt til Skopunar - og ikki um Hest, sum nú. Haraftrat verða nýggir túrar sigldir mikudag og fríggjadag.

Farleiðin út í Hest verður broytt, og túranir verða nú bert sigldir eftir tilkalling.

Teir tríggir túrarnir millum Gomlurætt og Skopun fyrrapart leygardag og sunnudag verða lagdir saman í tveir túrar, sum upprunaliga ætlað.

- Tað er neyðugt við broytingum, tí Strandfaraskip Landsins skulu lúka altjóða krøv um hvílireglur hjá manningini, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins.

Borgarstjórarnir í Sandoynni fegnast um, at samlaða túratalið hjá Teistanum ikki lækkar, hóast sandoyingar missa túrar um vikuskiftið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938