Vagn Foldbo verður skúlastjóri í Klaksvík

09.02.2015 - 17:22
InnlendisSamfelag
Vagn Foldbo verður skúlastjóri í Klaksvík
Vagn Foldbo tekur við starvinum so skjótt, sum til ber, í samanlagda skúlanum í Klaksvík

Vagn Foldbo er 44 ára gamal og búsitandi í Leirvík. Hann hevur starvast sum skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla seinasta hálvtsætta árið, og fyri tað var hann fyrstilærari í Eiðis skúla í 6 ár. 

Hann er útbúgvin fólkaskúlalærari frá Føroya Læraraskúla og hevur seinni nomið sær útbúgving í etikki og virðum á masterstigi, tikið faklig skeið, umframt leiðslutbúgving og fleiri leiðsluskeið.
Til starvið komu níggju umsóknir.

Hoyr samrøðu við nýggja skúlastjóran.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762