- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pál Joensen gullvinnari í 1.500 m. í Marseille
08.03.2015 - 19:20
Ítróttur›Svimjing
Pál Joensen gullvinnari í 1.500 m. í Marseille
Pál Joensen svam seg aftur í dag til eitt gull heiðursmerki í MOM Marseille kappingini í Fraklandi

Við tíðini 15:10.35 svam Pál Joensen seg í dag til eitt greitt gull-heiðursmerki í 1500 metra teininum í fronsku kappingini MOM, Meeting Open Méditerranée, í Marseille.
Í hølunum á Páli lá týskarin Jacob Heldtmann við tíðini 15:15:36.
Sum flestum kunnugt, vann Pál eisini gull á 400 metra frí teininum í gjár við tíðini 3:50.22, aftaná kom franskmaðurin Yannick Agnel á mál við tíðini 3:51.06 og 3. plássið fall til týska Jacob Heldtman við tíðini 3:52.04.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. februar
Sjóvinnubankin, Føroya Fiskaexport og Føroya Ferðamannafelag verða stovnað
204755
Nýggjastu sendingar í SV












