Nýggjur kórfestivalur verður leygardagin

17.04.2015 - 10:08
ListTónleikur
Nýggjur kórfestivalur verður leygardagin
Kórfestivalurin verður skipaður øðrvísi enn árini frammanundan, sigur formaðurin í kórsambandinum, Kári Bæk

Handaðar verða tríggjar virðislønir til kórini. Tann fyrsta fyri bestu framførslu. Tað vil siga neyvleika, tónlistagávur og dynamikk. Onnur virðisløn er fyri mest upprunakendu, skemtiligu og, ella sermerktu framførslu. Til dømis tá ræður um framførsluhátt, rørslu, koreografi, serligan innmarsj og fjølbroytni í uppstilling. Nakað, sum kann gera framførsluna skemtingarsama ella út yvir tað vanliga. Triðja virðisløn er fyri best samansettu sangskrá. Eitt nú við einum tema, fjølbroytni, skjótum og seinum tempo ella onkursvegna fyri at hava samansjóðað eina skrá á ein upprunakendan hátt.
Formaðurin í kórsambandinum, Kári Bæk, var í útvarpsstovuni í morgun og greiddi frá.

 

Les meira um kórstevnuna á kor.fo

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444