Føroyskir pedofilar á Scandiland kunnu fangast

14.05.2015 - 16:01
InnlendisTøkni
Føroyskir pedofilar á Scandiland kunnu fangast
Pedofilar, sum í løtuni samskifta frítt á loyniligu tjattsíðuni Scandiland, skulu ikki kenna seg ov tryggar, sigur Hannes Gislason, KT-serfrøðingur

Tað er torført, men als ikki ógjørligt at finna fram til teir føroysku pedofilarnar, sum í løtuni samskifta frítt við aðrar norðurlendskar pedofilar á tjattsíðuni Scandiland.

Tað sigur Hannes Gislason, professari í kunningar- og samskiftistøkni á Fróðskaparsetri Føroya.

Les eisini: Føroyskir pedofilar dusa sær á internetinum

33 føroyskir pedofilar eru virknir á tjattsíðuni Scandiland, staðfestir kanningararbeiði hjá tíðindafólkum hjá NRK.

Scandiland tjattsíðan liggur á tí, sum nevndist myrka síðan av internetinum - Dark Web - sum livir eitt loyniligt lív aftanfyri vanliga internetið við hjálp frá loyniskriftum (kryptering).

Loyniskriftin ger tað sera torført hjá løgregluni og øðrum at finna slóðina aftur til brúkarar, sum brúkar tílík netverk, sigur Hannes Gislason, professari í kunningar- og samskiftistøkni á Fróðskaparsetri Føroya.

Danmarks Radio hevur eisini viðgjørt evnið. 

Les eisini: Hundredvis af danske pædofile mødes på det "mørke net"

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juli
Veðrið
178118
Mánadag 15. juli
Hin rusuti á Aconcagua (3:10)
177771
Leygardag 13. juli
Føroyar - Montenegro (2-1)
178016
Leygardag 13. juli
Landsdystur: Føroyar - Montenegro
178015