Setrið gekk á odda

20.05.2015 - 11:36
Lívsstílur
Setrið gekk á odda
Fróðskaparsetur Føroya, sum í dag fyllir 50 ár, var fyrsti hægri lærustovnurin í ríkinum at bjóða bachelorútbúgvingar

Í dag eru júst 50 ár síðani, at Fróðskaparsetur Føroya bleiv sett á stovn.


Ymiskar týdningarmiklar hendingar eru farnar fram á Setrinum hesi 50 árini, og hesum greiddu Sigurð í Jákupsstovu, rektari, og Jóan Pauli Joensen, fyrrverandi rektari, frá í morgunsendingini, Góðan morgun Føroyar, í morgun.


Árið 1987 var heilt serligt fyri Setrið, tí umframt at Søgu- og samfelagsdeldin bleiv skipað tá, so fór Setrið eisini at bjóða út bachelorútbúgvingar hetta árið.


- Áðrenn var tað soleiðis, at flestu útbúgvingarnar vóru skipaðar á tann hátt, at til bar hjá teimum lesandi at halda fram við útbúgvingunum aðrastaðni, sum til dømis í Danmark. Men í 1987 kundi Setrið - heili tvey ár áðrenn nakar hægri lærustovnur í Danmark - bjóða bachelorútbúgvingar, og tað var nakað heilt serligt, sigur Jóan Pauli Joensen, ið gavst sum rektari á Setrinum í 2011.


Hoyr teir báðar í innslagnum líta aftur á tey 50 árini hjá Setrinum, har teir eisini fortelja um framtíðarætlanirnar hjá Fróðskaparsetrinum.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV