Dagstovnur avger hvat er í matpakkanum

28.05.2015 - 09:23
Lívsstílur
Dagstovnur avger hvat er í matpakkanum
- Vit hava greiðan kostpolitikk, sigur Mirjam Johannesen, leiðari á dagstovni í Havn, har børnini ikki sleppa at hava ávís jogurt við í matpakkan

Skulu dagstovnar avgera, hvat foreldur geva børnunum við í matpakkan?


Hesin spurningurin bleiv settur í morgunsendingini í morgun.


Á dagstovninum Sólareygað í Havn hava tey ein kostpolitikk, ið sigur, at børnini ikki skulu hava matpakkar, har sukur er í og ei heldur mat, sum verður mettur ikki at vera heilsugóður.


- Vit ynskja, at meðan børnini eru hjá okkum, skulu tey eta góðan, ordiligan mat. Vit vita jú, at børn ávirkast av ov nógvum sukri, og tí hava vit ein kostpolitikk, sum sigur, at sukur og annað, sum ikki er heilsugott, ikki hoyrir heima á stovninum, sigur Mirjam Johannesen, leiðari á dagstovninum Sólareygað.


At vøggustova ella barnagarður skulu avgera, hvat foreldrini geva børnunum í mateskjuna, er ikki rætt. Tað heldur Annika á Borg, sum er mamma at tveimum gentum, sum ganga í ávíkavist vøggustovu og barnagarði.


- Matpakkin er onkursvegna ein heilsan frá foreldrunum til barni, og hevur mann hug at forkela barnið við onkrum søtum av og á, so skal mann sjálvandi kunna tað, sigur Annika á Borg og leggur afturat:


- Fyri meg er umráðandi, at børnini eta. Onnur dóttir mín er rættiliga kræsin og vil illa eta, og tí velji eg onkuntíð at geva henni okkurt søtt á breyðið, tí tá veit eg, at hon etur og ikki gongur svong, sigur Annika á Borg.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537