Sjúrður, Høgni og Edmund seta krøv til stjórnina

bannari
02.06.2015 - 13:18
Sjúrður, Høgni og Edmund seta krøv til stjórnina
Tað kunnu also gerast fólkatingsumboðini úr Føroyum og Grønlandi, sum fara at gera av, hvør skal skipa stjórn í Danmark eftir fólkatingsvalið

<p>Og trý av valevnunum til fólkatingssessirnar ætla sær at nýta støðuna, og seta krøv til komandi stjórnina. Tað siga Sjúrður Skaale, Edmund Joensen og Høgni Hoydal, fólkatingsvalevni.&nbsp;</p>

<p>Sjúrður Skaale fer at stuðla reyða&nbsp;blokkinum, sigur hann í samrøðu við útvarpið.</p>

<p>Seinasta veljarakanningin í Føroyum um fólkatingsvalið, gjørdi Fynd fyri Sosialin síðst í apríl. Hon vísti, at hevði fólkatingsval verið tá, fekk Javnaðarflokkurin 28,8 prosent av atkvøðunum, Sambandsflokkurin 26,9 prosent, Fólkaflokkurin 17,4 prosent og Tjóðveldi 17, 2 prosent av atkvøðunum. &nbsp;</p>

<p>Síðani er ongin veljarakanning gjørd í Føroyum, og tí er óvist, hvør hevði fingið fólkatingsessirnar, hevði val verið í dag.</p>

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044