Havnaútbyggingin fingið skot fyri bógvin

02.06.2015 - 13:10
InnlendisPolitikkur
Havnaútbyggingin fingið skot fyri bógvin
Fornminnissavnið hevur latið gjørt nýggjar tekningar, sum vísa eina aðra mynd enn ta, sum Tórshavnar Kommuna higartil hevur víst almenninginum

Mentamálaráðið mælir staðiliga frá at útbyggja Tórshavnar Havn eftir tí leisti, sum kommunan ætlar.

Mentamálaráðið biður Tórshavnar Kommunu um at kanna aðrar útbyggingar-møguleikar.

Les eisini: Havnaútbygging - stríð um myndirnar

Yvirfriðingarnevndin gav í fjørsummar kommununi grønt ljós at arbeiða víðari við útbyggingarætlanini. Nú ein byggisamtykt liggur á borðinum fer Yvirfriðingarnevndin aftur at viðgera málið. Sambært Henrik Møller verður ein avgerð væntandi tikin í hesum mánaðinum.

Í síðsta enda verður tað Almannamálaráðið, sum skal góðkenna broyttu byggisamtyktina fyri økið, har Tórshavnar Havn skal byggjast út.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483