Kópakonan dregur fólk í oynna

02.06.2015 - 10:56
Lívsstílur
Kópakonan dregur fólk í oynna
Tað heldur Olivur Thomsen, sum er ein av stovnarnum av nýggja ferðavinnufelaginum í Kalsoynni, Visit Kalsoy

- Endamálið við felaginum er at reka fólk í oynna og kunnað ferðafólk um, hvat oyggin hevur at bjóðað ferðafólkum, sigur Olivur.

Umframt at kunnað um oynna og ferðavinnumøguleikarnar har, ætlar nýstovnaða felagið at arbeiða fyri, at fleiri túrar verða sigldir út í oynna, at bøtt verður um bussambandið í oynni, og at fleiri campingøkið verða gjørd.

Kópakonan dregur fólk í oynna
Tøl frá Strandfaraskip Landsins vísa, at fleiri ferðast við Sam í Kalsoynna. Um fyrstu fýra mánaðirnir í ár verða samanbornir við í fjør, so hava umleið 1800 fleiri ferðafólk siglt um fjørðin.

- Nógvir føroyingar ferðast í oynna, serliga eru tað arbeiðspláss, sum skipað fyri starvsfólkaútferðum í oynna, sigur Olivur Thomsen.

Nýstovnaða ferðavinnufelagið, Visit Kalsoy, fer nú til verkað at kunnað um Kalsoynna sum ferðavinnumál.

Lurta eftir samrøðuni við Oliver Thomsen

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958