Gongutúrur í Gerðum

03.06.2015 - 16:50
Lívsstílur
Gongutúrur í Gerðum
Eini 90 fólk vóru á gonguferð í Gerðum, har Andras Joensen, fyrrverandi bóndi, greddi frá um býlingin Gerðar.

Dávur Winther skrivar soleiðis um túrin:


Frásøgn um Gerðar

Í Góðan Morgun Føroyar hjá Kringvarpinum varð í morgun, skipað fyri eini sending við Andras Joensen, bónda, sum frásøgumanni. Byrjað var Uppi á Grundum har Andras greiddi frá uppi við minnisvarðan fyri skalvalopini í 1745 og 1765.

Heili 90 fólk høvdu leitað sær niðan í Gerðar saman við einum skúlaflokki, so sigast má at áhugin fyri frásøgnini og ferðini annars runt um í Gerðum var stórur í góðveðrinum.

 

 

 

26 doyðu í skálvalopunum í Gerðum

Minnisvarðin er reistur til minnis um skalvalopini sum bæði hendu á grækarismessu í 1745 og 1765.
 
Við skalvinum reið hópur av gróti, eyri og mold oman á bøin. Ein fimtapartur av Gerðabø varð oyðilagdur. Av teimum 26 fólkunum, sum vórðu á báðum gørðunum, Norðistova og Niðristova doyðu 20 undir tekjum og veggjum, sum vóru kroyst niður av 4 metur tjúkka skalvinum av kava, gróti og eyri.
 
Báðir bóndagarðarnir, Norðistova og Niðristova, hjallar, gróthús og fjós fóru í sor, og av 23 neytum doyðu 19. Eftir hetta fluttu tey, sum eftir vóru, longur oman í Gerðar.

 

 

 

 

Húsini uppi á Grundum hava ikki veri serliga stór. Andras hevði lagt tummastokkin á ta einum grundina og mált húsabreiddina til at vera 2,4 m – ein byggiplátu í longd, sum í dag verða nýttar. So húsini hava ikki verið serliga rúmlig.
 
Tann 12. mars 1945, á 200 ára degnum fyri fyrra skalvalopið í Gerðum, varð minnisvarði reistur Uppi á Grundum av ættarfólkum úr Gerðum til minnis um báðar vanlukkurnar í 1745 og 1765.
 
Kanska kann sigast at grækarismessa hevur fylgt Gerðum við óhepni, tí á grækarismessu 1910 fórst Gerðabáturin við 6 monnum.

 

 

 

 

Andras Joensen, sum er fróðarmaður og dugur væl at siga frá, hevði nógv ymiskt at fortelja, um hvussu tey búleikaðust í Gerðum í hansara uppvøkstri og fyri tað, um jarðarviðurskifti, seyðarakstur, staðarnøvn og annað – Eisini varð gingið longur oman og

út eftir gomlu gøtuni út á Norðoyri, við Hellisenda, har teir svumu nógv fyrr og har um leiðir.

 

 

Ein frálíkur túrur í góðum veðri, sum heili 90 fólk høvdu leitað sær til. Hetta er met á slíkum ferðum, sigur Kringvarpið.

 

Kelda: Dávur Winther 

Myndir: Dávur Winther

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444