Ongar æltanir eru í Danmark at broyta grundlógina

bannari
05.06.2015 - 10:06
Útheimurin
Ongar æltanir eru í Danmark at broyta grundlógina
Hóast valstríð er uppundir fólkatingsvalið, so verður ikki tikið uppá tunguna at broyta grundlógina, sum seinast varð broytt í 1953

Tá verandi stjórn tók við í Danmark, setti hon sær fyri at endurskoða grundlógina, tað var eftir kravi frá SF og Radikala flokkinum.

Ein nevnd var sett at gera broytingar, men nevndin var tikin av í vár, tí stjórnin viðgekk, at undirtøka ikki var fyri at broyta grundlógina.

Vinstri og Danski Fólkaflokkkurin eru nøgdur

Flokkurin Vinstri er ikki fyri at broyta grundlógina, hóast hon ikki samsvarar við veruleikan nú, tí m.a. er Danmark nú við í ES, tað var landið ikki, tá grundlógin varð broytt í 1953. Hóast tað, so heldur Vinstri, at grundlógin virkar væl og er rúm.

Danski Fólkaflokkurin vil heldur ikki hoyra talan um at broyta grundlógina. Tann umrøðan hoyrir saman við umrøðuni av støðuni hjá Danmark í ES, sigur Danski Fólkaflokkurin.

Og so er ikki so nógv meir at tosa um, tí teir báðir flokkarnir eru somikið stórir, at uttan teirra luttøku, ber ikki til at broyta grundlógina.

Og tað eru ongar ætlanir um at broyta grundlógina sum er, segði granskarin á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, Lars Bille við útvarpið fyrr í vikuni:

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112