Sjúrður vísir á alternativa samgongu

bannari
21.06.2015 - 15:58
Sjúrður vísir á alternativa samgongu
Fólkatingsumboðið hjá Javnaðarflokkinum mælir Lars Løkke Rasmussen til at skipa samgongu við Sosialdemokratarnar og Tey Radikalu

Lars Løkke Rasmussen, formaður í Vinstraflokkinum og komandi forsætisráðharri í Danmark, hevur fyrrapartin tosað við føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini.


Hesi fýra - Høgni Hoydal, Sjúrður Skaale, Aleqa Hammond og Aaja Chemnitz Larsen - eru tey seinastu, sum Lars Løkke Rasmussen tosar við í síni roynd at fáa yvirlit yvir støðuna í nývalda fólkatinginum. Í gjár tosaði formaðurin í Vinstraflokkinum við allar flokkar á fólkatingi.
Lars Løkke Rasmussen hevur enn ikki slept vónini um at skipa eina meirilutastjórn við øllum teimum fýra borgarligu flokkunum - Vinstra, Danska Fólkaflokkinum Liberal Alliance og Konstervativa flokkinum. Men longu í gjár staðfesti komandi forsætisráðharrin, at tann uppgávan er sera trupul.

 

Alternativið er eitt stjórnarsamstarv millum Vinstra og onkran av borgarligu flokkunum, meðan hinir so gerast stuðulsflokkar. Borgarligi vongurin hevur 90 umboð á fólkatingi, meðan reyði vongurin hevur 89 tinglimir, føroysku og grønlendsku íroknað.


- Okkum tørvar eina stjórn, sum fær arbeitt. Tað nyttar einki, um neyðsemjurnar fyri at skipa meirilutastjórn gerast so trongar og bindandi, at vit ikki kunnu samstarva við hinar flokkarnar, segði Lars Løkke Rasmussen við danskar fjølmiðlar í gjár.

 

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, var á fundi við Lars Løkke Rasmussen fyrrapartin. Við sær hevði føroyski fólkatingsmaðurin eitt uppskot til Lars Løkke Rasmussen, hvussu forsætisráðharrin kann skipa eina alternativa stjórn, tvørtur um miðjuna í donskum politikki.
Hansara góðu ráð til Lars Løkke Rasmussen vóru at skipa samgongu saman við Sosialdemokratunum og Radikalu, sum hava ávíkavist 47 og átta tinglimir. Vinstriflokkurin hevur 34 tinglimir, og saman hava hesi tríggir flokkar 89 umboð í fólkatinginum. Sjúrður Skaale bjóðaði sær so til at geva Lars Løkke Rasmussen sína atkvøðu, soleiðis at ein tílík samgonga fær meiriluta.

 

- Nei, tað er lítið sannlíkt, at hetta verður loysnin hjá Løkke. Persónlig stríð og markeringar forða fyri tí. Men taka vit partapolitisku brillurnar av eina løtu, so er eingin ivi um, at ein tílík stjórn hevði verið best fyri allar partar, heldur enn at dúva uppá stuðul frá uttasta høgravonginum, sigur Sjúrður Skaale.

 

Sjúrður Skaale og Høgni Hoydal vóru báðir í tíðindunum klokkan 14. Eftir fyrsta fundin við komandi forsætisráðharran heldur Høgni Hoydal ikki, at danski føroyapolitikkurin broytist stórvegis, um forsætisráðharrin eitur Lars Løkke Rasmussen ella Helle Thorning-Schmidt.
 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985