Reidar Nónfjall fríkendur

26.06.2015 - 09:50
InnlendisSamfelag
Reidar Nónfjall fríkendur
Stýrið fyri Handilsskúlan stevndi eftir 495.000 kr., men fekk ikki viðhald í rættinum

Fyrrverandi stjórin á Føroya Handilsskúla er fríkendur fyri allar ákærur um, at hann av órøttum tók ímóti pengum fyri sítt arbeiði í bygginevndini fyri Skúladepilin í Marknagili.

Stýrið fyri Føroya Handilsskúla stevndi Reidari Nónfjall eftir 495.000 krónum, sum hann hevði fingið í samsýning frá mai 2008 til apríl 2011.

Dómur fall í málinum í gjár. Niðurstøðan er greið. Stýrið fær ikki viðhald í kravinum móti Reidari Nónfjall.

- Eg tulki alt hetta málið sum eina roynd at fremja karaktermorð á mín persón. Tí er dómurin ein stórur lætti fyri meg.

Tað sigur Reidar Nónfjall, sum eftir at hava fingið fult viðhald í Føroya Rætti ætlar sær víðari við málinum.

Stýrið fyri Føroya Handilsskúla hevur nú tvær vikur at umhugsa, um tey vilja royna málið í Landsrættinum.

Gunnar Mohr, stýrisformaður, dugir í løtuni ikki at siga, hvat stýrið ger við dómin. Tað verður viðgjørt á fundi fyrst í næstu viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155