Bíðaði meira enn eitt døgn at sleppa til Suðuroyar

01.08.2015 - 10:38
InnlendisSamfelag
Bíðaði meira enn eitt døgn at sleppa til Suðuroyar
Ongin kunning, onki eftirlit við bíðirøðini, og bilførarar sníkja seg fram um aðrar, sum hava bíðað leingi, sigur Karin Reynheim, ferðafólk
Karin Reynheim fílist á óskilið í bíðirøðini til Smyril
Mynd: Savnsmynd  

Karin Reynheim kom til Føroya í gjár, og ætlaði sær suður klokkan hálvgum sjey gjárkvøldið. Hon setti bilin í bíðirøðina hálvan annan tíma, áðrenn Smyril sigldi.
Karin Reynheim slapp ikki við Smyrli hóskvøldið. Hon og hinir bilførararnir fingu at vita, at bilarnir máttu flytast av økinum, og kundu ikki standa í bíðirøðini. Karin fór tí til Hósvíkar at gista, men á middegi fríggjadagin stóð hon aftur í bíðirøðini til Smyril.
Karin Reynheim heldur, at viðurskiftini í bíðirøðini til Smyril mugu skipast nógv betur, tí har er alt ov ruðulleikakent.

Á Strandferðsluni vísa tey aftur, at tað valdar ruðulleiki í bíðirøðini til Smyril.
- Vit hava fólk á keiini at stýra bíðirøðini, men teir dagar, tá tað er serliga nógvur farmur, bilar og fólk, er tað trupult at fáa alt at ganga upp, sigur Niels Nielsen, skipari á Smyrli.
Hann vísir tó ikki aftur, at bilar kunnu sníkja seg gjøgnum bíðirøðina fram um aðrar, sum hava bíðað leingi.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV