Summarmorgun

Ung vita ov lítið um politikk
11-08-2015
- Nógv at teimum ungu hava ikki eitt nóg gott vitanargrundarlag til at fara á løgtingsval, sigur Búgvi Poulsen, lærari í samfelagsfrøði

- Fólk kunnu lættliga ávirkast av teimum, ið duga væl at tosa ístaðin fyri at hugsa um, hvat viðkomandi stendur fyri, tá fólk fara á val uttan at vita nakað um politkk, sigur Búgvi Poulsen, samfelagsfrøðingur.

Eisini spurdu vit tilvildarlig 18 ára gomul á gøtuni ymsar samfelagsligar spurningar, har bert ein teirra svaraði rætt. Harafturat greiðir Ruth Poulsen frá, hvussu ørkymlandi tað er at skula á val, tá hon ikki veit serliga nógv um politikk og samfelagsviðurskiftir.

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

Hjaltur Poulsen í Klaksvík heldur, at loyvi eigur at verða givið at skjóta bæði kóp og skarv, tí báðir stovnarnir eru so nógv vaksnir og eta so nógvan fisk
28-08-2026
Logos Hope liggur í Havn til mikudagin og síðani verður farið til Klaksvíkar. Í báðum støðum hevur almenningurin høvi at koma umborð og síggja skipið
28-08-2026
Jóhanna Hendriksdóttir Olsen úr Lamba lærir nógv umborð á Logos Hope. Hon mynstrar við á Havnini og skal verða eitt ár umborð
28-08-2026
Logos Hope, Gissur Patursson og gomlu stálbondini, og Suðurljóð á Tvøroyri
28-08-2026
Vit vitja umborð á Logos Hope, fáa vitjan av Bodil Meisner,og fara á gátt hjá Hjalta Poulsen
28-08-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
28-08-2026
Tangavirkið í Vági hevur úr at gera og langan bíðilista, tí reglurnar siga at teir elstu oljutangarnir í jørðini skulu skiftast út
27-08-2026
Vit hava brúk fyri einum  útjaðara- og útjavningarpolitikki, eins og tey hava í øðrum norðurlondum, og so eigur tunnilsprátið at fylla minni, heldur Miriam J. Norðberg
27-08-2026
-Tað stendur ikki í nakrari lærubók at vit skulu vera til, tí vit eru so smá, sigur Marius Davidsen, fráfarni fíggjarstjóri hjá Atlantic Airways, sum var við frá byrjan
27-08-2026
Góður morguntónleikur, Norðfestivalur og veðurforsøgnin
27-08-2026
Tey seks komandi stjørnuskotini og tær fimm nýggju stjørnurnar eru øll funnin, pallurin er um at vera liðugur og skjótt verður farið at taka upp til nýggja sendirøð
27-08-2026
FIT FIRST er eitt átak í Vágs skúla, sum hevur til endamáls at bøta um kropsligu støðuna, trivnaðin og virkishugin hjá næmingunum. Og úrslitini eru sera góð
26-08-2026