Ullin skal aftur vera føroya gull

18.08.2015 - 13:26
InnlendisVinna
Ullin skal aftur vera føroya gull
Tað eru nógvir møguleikar at vinna úr ullini, sigur Dorthea Joensen, sum vegna Búnaðardepilin, skipar fyri altjóða ullastevnu í Føroyum í september

The North Atlantic Native Sheep and Wool Conference er ein altjóða ráðstevna, sum verður hildin árliga í norður atlantiska økinum. Hon hevur verið hildin í Orknoyggjum í 2011, í Noregi í 2012, í Hetlandi í 2013 og í Íslandi í 2014. Í ár verður hon so hildin í Føroyum í døgunum 10. til 14. september á Hotel Føroyum og í 2016 í Suðuroyggjum.

Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á ullina av hesum seyðaslagi, at savna og útveksla vitan um ullina og úrdráttir úr henni, at virðisøkja ullina, savna hugskot til nýtslu av ullartilfeinginum og at menna vinnuna, sum góðskar ull, frá byrjan til liðugtvøru.

Sjálvt um hetta er ein altjóða ráðstevna, so verður mest hugsað um londini í Norður Atlantshavinum, Ísland, Grønland, Føroyar, Orknoyggjar, Hetland, Suðuroyggjar og Noreg. Seyðurin í hesum londunum er nær skyldur og umstøðurnar, hann livir undir líkjast eisini og harvið eisini ullin.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221