- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Herviligi Henry vann barnavalið í Havn
02-09-2015
Bomm hvønn dag - Herviligi Henry fór avstað við flest atkvøðum á barnavalinum
Børnini hava talað. Stóri atkvøðurslúkarin á barnavalinum gjørdist Herviligi Henry við vallyftinum 'Bomm hvønn dag'.
Nummar tvey og trý gjørdust Vampýrella og Skrímslini, sum ávíkavist høvdu lyftini 'Nei til fastar songartíðir' og 'Nei til happing'.
871 børn luttóku á barnavalinum í býarbókasavninum í Havn, sum var frá 26. august til 31. august.

Vampýrella var á 2. plássið við vallyftinum 'Nei til fastar songartíðir'

Á 3.plássi vóru Stóraskrímsl og lítla skrímsl við vallyftinum 'Nei til happing'

Atkvøðirnar taldar og lagdar í bunkar.

Valplakatir áveg niðan trappurnar til barnabókasavnið.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026