Góðan morgun Føroyar

Soleiðis sær komandi landsstýrið út
08-09-2015
Nakrir politikarar eru meiri upplagdir enn aðrir sum landsstýrisfólk. Árni Gregersen og Eirikur Lindenskov gittu í morgun, hvør kemur í landsstýrið

Annar stjórnar politisku heimasíðuni ting.fo, hin Sosialinum. Báðir eru samdir um, at Aksel V. Johannesen verður løgmaður, at talan verður um átta landsstýrisfólk, og at Kristina Háfoss tykist vera besta boðið upp á ein komandi fíggjarmálaráðharra. Í morgun royndu teir at manna komandi landsstýrið.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Urd Johannesen lesur, veðrið
13-11-2026
Føroyskar sagnir, Høgni Mohr, Faðir vár
12-11-2026
Prát og veðrið
12-11-2026
Gullmedalja, rithøvundaupplestur og útróður
11-11-2026
Les føroyskt - Sissal Kampmann, veðrið
09-11-2026
Kapping og yrkingar í Kina
06-11-2026