Telur framvegis 17 fólk í samgonguni

bannari
16.09.2015 - 08:52
InnlendisPolitikkur
Telur framvegis 17 fólk í samgonguni
Óvæntað at hetta skuldi henda fyrsta arbeiðsdagin, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður

Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, harmast um, at Sonja Jógvansdóttir hevur tikið seg úr Javnaðarflokkinum, men hann telur framvegis 17 fólk í samgonguni, tí Sonja Jógvansdóttir hevur sagt, at hon hevur ikki tikið seg úr samgonguni.

- Tað var óvæntað, at hetta skuldi henda fyrsta arbeiðsdagin hjá nýggju landstýrissamgonguni, sigur Aksel V. Johannesen.

Hann heldur uppá, at Javnaðarflokkurin FYRI valið segði, at tað skuldi standa tingfólkum frítt at atkvøða í etiskum málum í í spurninginum um borgarligt hjúnalag, og tað sigur Javnaðarflokkurin eisini EFTIR valið.

Rólant Waag Dam hitti nýggja løgmannin í Tinganesi í morgunsendingini fyri løtu síðani.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Sunnudag 26. apríl
Bolero
207574
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
207573
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533