Prestar verða tvingaðir at signa samkynd

13.03.2016 - 17:34
InnlendisPolitikkur
Prestar verða tvingaðir at signa samkynd
Ósemja er í trivnaðarnevndini um, hvussu broytingarnar í hjúnabandslógini skulu tulkast

Ósemjan snýr seg um, hvørt bispur sjálvur sleppur at gera av, um fólkakirkjan skal signa samkynd ella ikki.

Katrin Kallsberg, forkvinna í nevndini, vil vera við, at bispur sjálvur skal taka stig til at seta eina nevnd at gera eitt uppskot um ritual.

Ritualið - um samkynd skulu signast í kirkju - skal síðani góðkennast í Mentamálaráðnum.

Jógvan á Lakjuni er varalimur í trivnaðarnevndini, men hevur umboðað Fólkaflokkin í nevndini í málinum um hjúnabandslógina.

Hann er ósamdur við Katrina Kallsberg um, hvussu lógin skal tulkast.

Jógvan á Lakjuni vil vera við, at prestar verða tvingaðir at signa samkynd í kirkjuni.

Eisini Sambandsflokkurin heldur, at samkynd verða lóggivin inn um kirkjugátt, og flokkurin fer tí ikki at atkvøða fyri hjúnabandslógini, sum støðan er, sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523