Neyðugt at hækka prísin

04.05.2016 - 12:56
InnlendisPengar
Neyðugt at hækka prísin
Heiligvágurin verður nú dýrari, tí fíggjarstøðan hjá Apoteksverkinum er úti av lagi vánalig

Heilivágurin gjørdist dýrari í dag. Men hækkingin átti at verið komin longu á nýggjárinum, sigur landsapotekarin.

Orsøkin til hækkingina nú er fíggjarstøðan hjá Apoteksverkinum.

Longu nú eru útlit fyri halli í ár, og tí er neyðugt longu nú at gera okkurt, sigur Kjartan Mohr, landsapotekari.

Hann skal hava fund við fólk í Heilsumálaráðnum seinnapartin í dag.

Tey tvey prosentstigini, sum prísirnir lækkaðu 1. januar í fjør, koma afturíaftur í dag.

Við kunngerð, sum varð lýst í gjár, hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hækkað vinningsprosentið hjá apotekunum úr 13 upp í 15 prosent.

Undanmaður hennara, Karsten Hansen, lækkaði tað úr 15 niður í 13 prosent á nýggjárinum í fjør.

Apoteksverkið hevði 300.000 kr. í halli í fjør. Men tað fíggjaði landskassin ikki.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537