Jólagávur: Heimagjørt ella innflutt

21.12.2016 - 10:12
Innlendis
Jólagávur: Heimagjørt ella innflutt
Vit vitja hondarbeiðslærara, Elina Lindenskov. Hon lærir lurtaranum at gera tríggjar skjótar jólagávur, sum eitt alternativ til bíligar jólagávur.
Ein óskrivaður bóklingur, ein køkslappi og eitt hárpýði. Hesar jólagávurnar, kanst tú læra at gera saman við Elini Lindenskov.

Vit innflyta hvørji jól fyri fleiri milliardir úr eitt nú Kina. Vit vilja hava. Tað er einki nýtt, at økti innflutningurin til okkara part av heiminum, elvir til stórar altjóða trupulleikar. Menniskju arbeiða undir neyðarsligum korum, og náttúran má lúta fyri okkara krøvum; Vit vilja hava tað bíligt her og nú.

"Hetta eiga vit at hugsa um, tá vit geva jólagávur", sigur Elin Lindenskov, sum er hondarbeiðslærari og eisini býráðslimur í Tórshavnar kommunu, har hon hevur arbeitt nógv við umhvørvi og endurnýtslu.

Hvørt ár ger Elin Lindenskov heimagjørdar jólagávur til síni, og nú vil hon læra lurtarunum hjá okkum at gera tríggjar skjótar jólagávur. 

Tríggjar gávur upp á 30 minuttir

Hárprýði til eina gummudóttir. Køkslappar til vinkonuna. Og eina notubók, sum kann gevast til ein og hvønn. 

Hesi vóru uppskotini hjá Elini Lindenskov, tá Góðan Morgun Føroyar bað hana um hjálp at gera heimagjørdar jólagávur. 

"Eg brúki mestsum bara endurnýtt tilfar, tá eg seymi", fortelur Elin Lindenskov. Hárprýðið er úr eini gamlari troyggju, køkslapparnir úr einum gomlum handklæði og notubókin er gjørd úr pappírsrestum frá Steinprenti. 
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
174385
Týsdag 30. apríl
Morgunlestur týsdagur 30. apríl 2024
174290
Mánadag 29. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236