Ikki friður fyrr enn seinnapartin í morgin

25.12.2016 - 14:16
Innlendis›Samfelag
Ikki friður fyrr enn seinnapartin í morgin
Stormurin heldur fram til í morgin, sigur Hanus Kjølbro. Nógvar fráboðanir um skaðar.

Boðað er frá stormi av útsynningi og vestri við hvirlum av ódnarstyrki líka til eina ferð í morgin..

Veðrið batnaði annars so líðandi seinnapartin í gjár og í nátt og í morgun var eisini hampiligt veður.

Men jólafriðurin var stokkutu, tí fyrrapartin brast aftur á við illveðri um alt landið.

Suðuroy og Suðurstreym

Á politistøðini í Havn hava tey longu fingið fleiri fráboðanir um stormskaðar. Flestu skaðarnir higartil eru í Suðuroy og í Suðurstreymi. Á Velbastað var eitt neyst farið av vindinum. Politiið mælir fólki til at nýta vanligt vit og skil og at halda seg innandura.

Vit skulu ikki vænta, at hetta illveðrið hasar av fyrr enn seinnapartin í morgin, annan jóladag, sigur Hanus Kjølbro, sum er veðurkønur:.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595