Thor virðir ikki manningarsáttmálarnar

06.01.2017 - 15:49
InnlendisVinna
Thor virðir ikki manningarsáttmálarnar
Manningarsáttmálarnir eru greiðir og skulu virðast, siga fakfeløgini, sum ikki finna seg í, at Thor ætlar at brúka daglønarskipan umborð á "Hoyvík"

Nýggja uppsjóvarskipinum "Hoyvík" hjá reiðarínum Thor í Hósvík sleppur ikki til fiskiskap, tí Thor virðir ikki sáttmálarnar við manningarfeløgini.

Tað sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, nú manningarfeløgini hava lýst mynstringarbann fyri "Hoyvík".

Thor ætlar, sambært formanninum í Skipara- og Navigatørfelagnum, at brúka eina daglønarskipan at løna manningini umborð á "Hoyvík", og tað ganga manningafeløgini ikki við til. 

 

Nýggja uppsjóarskipið "Hoyvík" hjá Reiðarínum Thor kemur til Føroya í morginárini, og móttøka verður klokkan 6 á Vestarubryggju í Havn.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444