Teir bjargaðu 10 monnum frá brennandi skipi

10.01.2017 - 15:35
Lívsstílur
Teir bjargaðu 10 monnum frá brennandi skipi
Tá eldur kyknaði í Vesturland leygardagin, var tyrlan á staðnum eftir bara 40 minuttum. GMF tosar við bjargararnar

Hvønn dag seta teir sítt egna lív í váða fyri at bjarga øðrum. 

"Tað er ikki nakað, vit hugsa stórvegis um", eru tyrluskiparin og tyrlubjargin samdir um. 

Góðan Morgun Føroyar tosaði í morgun við Hans Erik Jacobsen og Einar Vesturklett, sum vóru við tyrluni, tá manningin umborð á tí brennandi Vesturland skuldi bjargast frá eldinum. 

VIDEO: Soleiðis sá tað út, tá tyrlan bjargaði 10 monnum av Vesturlandi

Vilja gera ein mun

Tá teir verða spurdir, hví teir hava valt eitt starv, har teir seta sítt egna lív í vanda fyri at bjarga øðrum er svarið, at teir vilja gera ein mun. 

"Eg havi eisini arbeitt 15 ár sum sløkkiliðsmaður, og mær dámar væl tankan um, at onkur er har, tá tú hevur tørv á tí", sigue Einar Vesturklett, bjargari. 

Hans Erik Jacobsen, tyrluskipari, hevur verið við til at ment tyrlutænastuna seinastu 22 árini til tað, hon er í dag. 

"Eg geri tað útilokandi av tjóðskaparligum áðum. Vit kunnu ikki rópa okkum tjóð, um vit ikki eru før fyri at bjarga okkara fólkum", sigur hann. 

Hans Erik Jacobsen er ikki í iva um, at føroyingar høvdu verið munandi færri í tali, um tyrlutænastan ikki var so vælvirkandi, sum hon er. 

Hoyr samrøðuna omanfyri.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444