Fossadal: Listin skal út til fólkið

19.01.2017 - 12:23
ListMyndlist
Fossadal: Listin skal út til fólkið
Vit vilja at fólk skulu fáa gleði av tí listini, sum hevur ligið goymd burtur, siga Árni Ellefsen og Helgi Fossadal um nýggja BankNordik-savnið

BankNordik átti fleiri enn 900 listaverk, sum gamli Føroya banki og Sjóvinnubankin keyptu inn gjøgnum eitt langt áramál. Nú eru 623 av hesum listaverkum latin einum sjálvsognargrunni, ið kallast BankNordik-savnið.

Talan er um listaverk eftir okkara mætastu listafólk, teirra millum Ingálv av Reyni, Mikines, Kampmann, Waagstein og nógv onnur. Bankin keypti nógv listaverk, eisini fyri at stuðla listafólkunum, sum høvdu trong kor at byrja við. Serliga Sv. Aage Nonnegaard-Petersen, vanliga nevndur Nonnegaard, ið var stjóri í Føroya banka í 1950- og 60-árunum, var tiltikin listakeypari.

Helgi Fossadal er valdur til formann í BankNordik-savninum. Vit práta við Árna Ellefsen, stjóra í BankNordik, og Helga Fossadal. Bankin varðveitir sjálvur góð 200 listaverk, og av hesum hevur landið forkeypsrætt til tey 80 virðismiklastu.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444