Kaldbaksfólk: leggið ikki náttúruna undir betong

20.01.2017 - 13:30
Innlendis›Samfelag
Kaldbaksfólk: leggið ikki náttúruna undir betong
Kaldbaksfólk hava handað borgarstjóranum í Havn eitt mótmæli móti ætlaðu útbyggingini av vinnuøkinum á Sundi

Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, fekk góðar 100 undirskriftir frá Kaldbaksfólki fyrrapartin.

Næstan allir vaksnir íbúgvar í bygdini høvdu skrivað undir.

Annika Olsen harmast um, at Kaldbaksnevndin ikki varð hoyrd fyrr, men hóast hon skilir Kaldbaksfólk, vil hon ikki siga, hvat hon sjálv heldur um ætlanina. Hon lovar tó Kaldbaksfólki eina sakliga viðgerð, og eitt skjótt svar.

Kaldbaksnevndin handaði eisini mótmælið til yvirfriðingarnevndina, og heittu á hana um at taka góðkenningina av útbyggingini aftur og viðgerðina upp av nýggjum. Í skrivinum til kommununa, leggja Kaldbaksfólk eisini upp til, at grótið úr Eysturoyartunlinum í staðin kann brúkast at breiðka vegin úr Kaldbaksbotni til Kaldbaks ella til at økja um brimgarðin í bátahylinum í Kaldbaksbotni.

Mynd: Karstin Vang úr Kaldbaksnevndini handar Anniku Olsen mótmælisskriv.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541