Gamla hospital skal verða heilsusavn

30.01.2017 - 10:34
ListByggilist
Gamla hospital skal verða heilsusavn
Hóast stuðul kom úr Danmark at gera arbeiðið liðugt, restar enn nakað av peningi, sigur Mortan Winther Poulsen, frá Sjálvsognarstovninum

18. november 2016 var at lesa, at Sjúrður Skaale hevur gjørt avtalu við donsku stjórnina um fíggjarligan stuðul, so Gamla Hospital skal gerast liðugt. Ætlanin er at nýta tað til heilsusavn.

Gamla hospital er eitt av Føroya virðismestu fornminnum. Søgan um Gamla hospital er áhugaverd. Tórshavnar Skipasmiðja keypti bygningin í 1975, og ætlaði um aldarskiftið at taka hann niður, tí økið skuldi nýtast til annað virksemi, men ein áhugabólkur varð settur a stovn. Sjálvsognarstovnurin Gamla Hospital var settur á stovn fyri at varðveita hospitalið og vónandi fáa tað gjørt til eitt savn. Mortan Winther Poulsen er hann, sum vegna stovnin, tekur sær av byggingini.

Morgunsendingin, saman vð Mortani Winther Poulsen, leitaðu sær út í Sigmundargøtu í Havn, har Gamla hospital er.

Færø Amts Sygehus frá 1829

Trýst á fyri størri mynd

 
Er kopiera

Tak niður

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098