Natúrligt kannabis til viðgerðir

14.02.2017 - 13:48
InnlendisHeilsa
Natúrligt kannabis til viðgerðir
Sjúklingar í Danmark kunnu nú fáa kannabis í sjúkuviðgerð. Føroysku heilsumyndugleikarnir kunnu taka støðu til at innføra skipanina her

Í Danmark fer at bera til at fáa natúrligt kannabis sum heilivág frá 2018. Talan er um royndartíð í fýra ár til ávísar sjúklingar.

Bjarki á Rógvi-Hansen, neurologur á Landssjúkrahúsinum, heldur, at nátúrligt kannabis kann hjálpa nøkrum sjúklingum.

Føroyskir heilsumynduleikar, kunnu taka støðu til, um royndarskipanin eisini skal setast í verk í Føroyum, sigur hann.

Tá royndartíðin er liðug um fimm ár, fara donsku heilsumynduleikarnir at taka støðu til, um skipanin skal gerast varandi.

Hoyr samrøðuna við Bjarka á Rógvi-Hansen.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444