Vilja leggja almennar stovnar út á bygd

19.03.2017 - 15:06
InnlendisPolitikkur
Vilja leggja almennar stovnar út á bygd
Ein samd Rættarnevd heldur, at Landsstýrið skal kanna, hvussu man skilabest leggur almennar stovnar uttanfyri havnina

Landsstýrið skal kanna, hvørjar stovnar til ber at flyta úr Havnini. Tað halda andstøðutingmenninir Bill Justinussen, Kári P. Højgaard og Magnus Rasmussen, sum eiga uppskotið, og tað heldur rættarnevndin eisini. Ein samd rættarnevnd tekur undir við uppskotinum

Ætlanin er ikki at leggja allar almennar stovnar uttanfyri Havnina - bara at kanna hvussu man skilabest kann flyta nakrar út um Havnina, sigur Bill Justinussen.

Borgarstjórin í Havn, Annika Olsen, heldur at tað er eitt vánaligt hugskot, sum sýnir óbúnan politiskan hugsunarhátt.

Køkubitarnir verða fluttir eittsindur runt, men køkan verður ikki størra á hendan hátt, sigur borgarstjórin í Havn, sum heldur at vit heldur eiga at standa saman um høvuðsstaðin sum er í vøkstri, so hann kann kappast við aðrar høvuðsstaðir.

Ein samd rættarnevnd tekur undir við uppskotinum hjá Bill Justinussen, Kára P Højgaard og Magnus Rasmussen. Í rættarnevndini sita Kristin Michelsen, Magnus Rasmussen, Sonja Jógvnasdóttir, Ruth Vang, Ingolf Olsen, Edmund Joensen og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir. 
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444