Týdning at kunna tosa um alt á føroyskum

25.03.2017 - 16:04
InnlendisSamfelag
Týdning at kunna tosa um alt á føroyskum
- Móðurmálið skal kunna nýtast á øllum økjum, sigur Kristin Magnussen, frá Málráðnum

Í dag er føðingardagur V.U. Hammershaimbs, og tí verður eisini móðurmálsdagur hildin.

Málráðið hevur valt yrkismál sum evni fyri Móðurmálsdagin í ár, sum verður hildin í Løkshøll í Runavík frá klokkan eitt til fýra nú seinnapartin.
Tiltakið endar við, at ein móðurmálsvirðisløn verður handað.

Við at seta sjóneykuna á yrkismál vísir Málráðið á týdningin á øllum økjum at hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti og øllum tí, sum fólk fáast við í sínum yrki.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537