Birgir Nielsen er nýggi formaðurin í Betri

22.04.2017 - 10:21
Innlendis
Birgir Nielsen er nýggi formaðurin í Betri
Nýggi formaðurin, Birgir Nielsen, hevur banka- og cand.merc útbúgving. Hann hevur 15 ára royndir sum bankamaður og deildarleiðari

Aðalfundurin hjá umboðsráðnum í Betri samtakinum var á vali í gjár, og stóri spurningurin var, um sitandi formaður Arni D. Brattaberg í fyrsta lagi fór at halda fram í nevndini, og um hann í øðrum lagi slapp at halda fram sum formaður.

Arni D. Brattaberg var valdur inn aftur í nevndina, men tá ið nevndin seinni skipaði seg, var tað við Birgir Nielsen sum formanni.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444