Betri nevndin betri førleikar

22.04.2017 - 13:09
Innlendis
Betri nevndin betri førleikar
Nevndin í betri hevur betri førleikar eftir nevndarvalið á aðalfundi í gjár. Tað heldur Birgir Nielsen, sum er nýggi formaðurin í Betri nevndini.

Umframt fyrrverandi formannin Arna D. Brattaberg, vóru tvey nýggj fólk vald í Betri nevndina. Tey eita Teitur Poulsen - hann var fyrst valdur - og Gunn Danielsen, sum var á øðrum plássi. Arni D. Brattaberg kom inn sum nummar trý.

Tey bæði nývaldu í nevndini hjá Betri P/F verða mett at hava góðar førleikar at røkja nevndarsessirnar.

Gunn Danielsen er búskaparfrøðingur, og er verkætlanarleiðari í heilsuverkinum hjá Region Hovedstaden í Danmark.

Teitur Poulsen er eisini búskaparfrøðingur og situr í stjórnini í sveisiska oljufelagnum Lundin Petroleum.

Tey bæði vóru bæði uppstillað av sonevnda tilráðingarbólkinum, sum afturat umboðsráðnum sjálvum kann stillað fólk upp til nevndarval. Hesaferð stillaði tilráðingarbólkurin bara fólk uttanífrá upp til val.

Fíggjareftirlitið setti í heyst spurningar við førleikarnar í nevndini hjá Eik banka, sum í dag eitur Betri banki. Síðani tá hevur førleikastøðið í nevndunum sum heild verið nógv umrøtt í miðlunum. Valið í gjár endurspeglar, at umboðsráðið hjá Betri samtakinum hevur tikið hesar spurningar til eftirtektar.

Birgir Nielsen vísir aftur, at umrøðan av førleikum í Betri nevndunum var orsøkin til, at Arni D. Brattaberg ikki heldur fram sum formaður.

Umframt førleikarnar hevur eisini verið nógv tosað um bygnaðin í Betri samtakinum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur sagt, at hann er ónøgdur við bygnaðin í Føroya størsta samtaki og vinnumálaráðið fer tí at seta fram lógaruppskot, sum skal leggja trýst á Betri at broyta bygnaðin.

Betri hevði freist til mánadagin at lata hoyringarskriv til lógarbroytingarnar, men tann freistin er longd við eini viku, til tann 1. mai. Men Betri ætlar at halda fast í verandi bygnaði, sigur formaðurin.

Segði Birgir Nielsen, sum er nýggjur formaður í nevndini fyri Betri P/F.

Birgir Nielsen er sjálvstøðugur vinnurekandi. Hann hevur banka- og cand.merc útbúgving. Hann hevur 15 ára royndir sum bankamaður, millum annað sum leiðari í vinnulívsdeildini í gamla Eik.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949