Havfrøðingur: Altjóða upphitingin er mannaskapt

26.04.2017 - 13:31
InnlendisSamfelag
Havfrøðingur: Altjóða upphitingin er mannaskapt
Menniskjan er atvoldan til altjóða upphitingina, sigur Bogi Hansen, havfrøðingur.

Miðalhitin á jørðini var í fjør 14.8 hitastig. 

Hetta er tað heitasta, sum fólk vita um seinastu hálvtannaðhundrað árini, ið mátingar eru gjørdar. 

Bogi Hansen er havfrøðingur og hevur skrivað fleiri bøkur millum annað um veðurlagsbroytingar. Hann hevur eisini verið við til at meta um seinastu frágreiðingina frá altjóða veðurlagsgranskingarstovninum IPCC.

Sambært Boga Hansen er eingin - ella so at siga eingin - ivi um, at menniskjan er atvoldin til altjóða upphitingina:

Havfrøðingurin er gestur í sjónvarpssendingini 25 minuttir, sum verður send í kvøld klokkan 19.

Tú kanst eisini síggja sendingina við at trýsta á HER

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV