Samgongan skal prógva sítt virði

29.04.2017 - 19:06
InnlendisPolitikkur
Samgongan skal prógva sítt virði
Samgongan má vísa, hvat hon dugir til, nú støðan í landinum líkist tí, vit hava sæð, áðrenn vit hava fingið búskaparkreppur, sigur Poul Michelsen

Landsfundur var í Framsókn í Havn í dag. Formaðurin Poul Michelsen segði millum annað, at tíðirnar í løtuni á mangan hátt minna um tað, vit áður hava sæð, áðrenn vit eru endað í búskaparkreppum.

- Nógv tekin eru í sól og mána, at tíðirnar í løtuni líkjast teimum, vit fyrr hava upplivað, og tí er tað nú, samgongan skal vísa, hvat hon dugir til, segði Poul Michelsen millum annað.

- Vit eiga at fylgja við, hvussu íløguhugurin verður komandi mánaðirnar og gera neyðugu umraðfestingarnar, tá ið fíggjarlógin 2018 verður samtykt, vóru boðini frá honum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444