Starvsfólk: Flyting verður vanlukkulig

22.05.2017 - 12:20
InnlendisSamfelag
Starvsfólk: Flyting verður vanlukkulig
Starvsfólk á Fróðskaparsetrinum mótmæla, at tey skulu flyta inn í Sjóvinnuhúsið í Havn í heyst

Flytingin verður vanlukkulig, siga tey 18 starvsfólkini, sum hava sent skrivliga áheitan til stýrið um at steðga flytingini.

Stýrið fyri at viðgera málið á stýrisfundi í næstu viku, sigur Ólavur Ellefsen, formaður í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya.

Hann hevur ongar aðrar viðmerkingar og vísir til rektaran.

Rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Sigurð í Jákupsstovu, hevur heldur ongar viðmerkingar til skrivið, tí tað er ætlað stýrinum og ikki sær.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV